Góðan morgun Føroyar

Vil minna kvinnur á at síggja tað vakra
03-03-2023
Mirjam Reinert Olsen heldur, at kvinnur mugu minnast til at síggja tað vakra, heldur enn tað, sum tær kundu hugsað sær var øðrvísi við teirra útsjónd

Mirjam Jensina Reinert Olsen er make up artistur og hon hevur starvast í vakurleikavinnuni í nógv ár. Hon hevur síðuna "Mirjamsa vakurleikasíða" á Facebook, har hon millum annað hugleiðir um rákini í dag og tað at eldast, nú hon sjálv nærkast 50.

- Eg ræðist hesa gongdina við, at øll vilja vera ung í allar ævir. Tað er natúrligt at eldast, og tað er vakurt at eldast, sigur Mirjam.

Hon vil ikki vera fordømandi móti teimum, sum velja at gera nakað við sína útsjónd við kosmetiskum viðgerðum, men hon heldur, at tað er umráðandi at síggja vakurleika í tí óperfekta.

- Eg plagi at siga, at allar kvinnur hava okkurt vakurt. Vit eru allar ymiskar, og tað snýr seg um at síggja tað vakra í tí serliga, og alt skal ikki vera perfekt.

Mirjam fylgir væl í teimum útsjóndunum, sum eru uppi í tíðini, og hon heldur, at nógvar ungar kvinnur líkjast í dag. Allar vilja hava høg kinnbein, stórar varrar og opin eygu, tí tað er rákið í dag. Tað eru serliga Kardashian systrarnar og Kylie Jenner, sum ávirka tað rákið.

- Men kvinnur við tyngri eygnalokum, rundum andliti ella smælum varrum er eisini so vakrar, hóast hin útsjóndin tykist vera ímyndin av vakurleika í dag.

Í dag er so lætt at verða ávirkaður av teimum kendum og tí perfekta orsakað av sosialum miðlum. Mirjam heldur, at fólk mugu minnast til, at myndir á instagram eru ikki veruleikin.

- Men eg elski sminku, og eg haldi tað er gott at vera eitt sindur fáfongd og gera eitt sindur burturúr sær sjálvari, so leingi tað er í einum góðum anda, sigur Mirjam.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024