Góðan morgun Føroyar

Petur gjørt nýggjan pall til endurnýtsluklæðir
08-03-2023
- Ofta er tað óskipað og torført at leita eftir klæðum í ávísari stødd á rótikassunum á netinum. Tí havi eg gjørt hesa heimasíðuna, sigur Petur Háberg.

- Eg havi inntrykk av, at tað er spell, at tað ofta er so óskipað á netinum og eisini torført at leita eftir ávísari stødd.

Orðini eigur Petur Háberg. Hann hevur júst ment nýggja heimasíðu, plogg.fo, har til ber at selja og keypa brúkt klæðir.

Sambært honum er tørvur á eini slíkari síðu, har tað skjótt og lætt ber til at finna júst tað, tær tørvar. Hetta kennir Petur Háberg til, eitt nú tá soninum tørvar gummistyvlar.

- Tað er so býtt at keypa nýggjar støddir til sonin allatíð, tá ið eg samstundis veit, at tað hundrað prosent er onkur harúti, ið hevur einar fínar gummistyvlar í stødd 35, men sum eg barasta ikki kann finna, sigur Petur Háberg.

Í morgunsendingini fortelur Petur Háberg um nýggju heimasíðuna, sum hann ynskir, at nógv kunnu fáa gleði av at brúka.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024