Góðan morgun Føroyar

Kunnu vera heima við sjúkum barni í óavmarkaða tíð
15-03-2023
Danska fyritøkan Norlys, sum telur áleið 3000 starvsfólk, hevur avgjørt at geva starvsfólkunum allar teir sjúkradagarnar, sum tey hava fyri neyðini, tá børnini eru sjúk.

- Ein álitisváttan, sum vil nakað.

So avgjørdur er Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, tá hann skal siga sína hugsan um nýggju skipanina hjá donsku fyritøkuni, Norlys í Ålborg.

Leiðslan í fyritøkuni, sum telur áleið 3000 starvsfólk, hevur avgjørt at geva starvsfólkunum allar teir sjúkradagarnar, sum tey hava fyri neyðini, tá børnini eru sjúk. Tað vil siga, at starvsfólkini hava óavmarkaðar sjúkradagar við børnunum, tey fara ikki niður í løn, og tey brúka hvørki frídagar ella feriu, tá tey eru heima við sjúkum barni.

- Hetta er starvsfólkarøkt, sum vil nakað. Hetta skapar trivnað, trúðfesti, og eg eri sannførdur um, at hetta ger hatta arbeiðsplássið, tí tey eru vís í, at tey fáa nakað meira burturúr, enn hvat tað kostar, sigur Súni Selfoss, og vísir á, at ein slík skipan hevur fleiri fyrimunir:

- Eg ímyndi mær, at hetta er nakað, sum ger, at hetta verður eitt eftirtraktað arbeiðspláss, sum er kappingarført. Ja, hetta er bara gott, sigur Súni Selfoss.

Hann heldur, at er álitið á starvsfólkini so mikið stórt frá arbeiðsgevarans síðu, so er trúfestið frá løntakraunum so mikið stórt, at tað vera ikki nógv, sum fara at misbrúka eina slíka skipan.

Sambært Súna Selfoss er ikki óhugsandi, at ein slík skipan fer at síggjast hjá ávísum fyritøkum í Føroyum, men tað verður ikki í bræði:

- Henda skipanin riggar kanska ikki allastaðni, men eg trúgvi, at serliga á stórum arbeiðsplássum hevði tað riggað øgiliga væl. Eg trúgvi, at vit skulu hava ein hugburðsbroyting í Føroyum, tí kanska vit hava manglandi álit á løntakarar, so eg eri ikki sikkur uppá, at mann hevði komið so langt í Føroyum við slíkari skipan, ella í hvussu so er ikki enn, sigur Súni Selfoss.

Í morgunsendingini greiðir Súni Selfoss frá fyrimunum og vansum við slíkari skipan um sjúkrafráveru, tá barnið er heima sjúkt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024