Góðan morgun Føroyar

Ein góður leiðari hevur alt at siga
17-03-2023
Í dag er ársins Leiðaradagur. Ljós verður varpað á leiðslu, og tvey verða kosin, sum ársins leiðarar innan tað almenna og privata.

Tað er umráðandi at hava ein leiðara, sum er rúmligur og lurtar, siga Ása Andreassen og Johnny í Grótinum, sum bæði eru virkin til ársins Leiðaradag.

Kl 16:45 fáa tvey eitt nýtt heitið, tí tvær heiðurslønir verða lætnar. Tann eina fer til ein leiðara innan tað privata og hin innan tað almenna.

Seks eru tilnevnd og tey eru:

Innan tað almenna:

- Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkarsjúkrahúsið

- Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági

- Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni

Innan tað privata:

- Brian Smedemark, stjóri í Trygd

- Kirstin Hammer, stovnari og stjóri í Gómagott

- Suni Justinussen, stjóri í JT Electric

Tað er ein dómsnevnd sum tekur avgerðina. Í dómsnevndini eru Johnny Í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroyar, Marjun Eystberg, Input og Niels Winther, Vinnuhúsið.

- Hetta er ikki ein kapping, sum snýr seg um at vera mest populerur. Vit hava ymiskar treytir í ár, sum vit meta eftir, tá ið vit velja tey bæði, sum fáa heiðursløninar, sigur Johnny Í Grótinum.

Ása Andreassen, Synergi, gleðir seg til dagin, tí hesin dagurin snýr seg um at byrja eitt prát um hvat ein góður leiðari er, og varpar tí ljós á jaligar leiðslur.

 

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024