- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í dag er alheims sosialráðgevaradagur
21-03-2023
Vit hvørki hoyra ella síggja tey ofta í almenna rúminum, men tey hava ein avgerandi leiklut hjá nógvum fólkum í samfelagnum. Sosialráðgevar verða heiðraðir kring heimin í dag
Tað er eitt spennandi, krevjandi og gevandi starv, eru tey bæði, Hallbjørg Lamhauge og Leif Olsen, samd um.
Bæði eru tey sosialráðgevar og starvast í Almannaverkinum.
- Tað er tungt at taka harðar avgerðir við hvørt, men tað er eisini eitt spennandi starv, sum fevnir ógvuliga breitt, sigur Leif Olsen.
Hallbjørg Lamhauge er fyri stuttum komin í nevndina hjá felagnum fyri sosialráðgevar, og hon vil hava alheims sosialráðgevaradagin á breddan í Føroyum.
So hetta er fyrstu ferð, at dagurin verður hátíðarhildin í Føroyum.
- Vit vilja fegin leggja dent á dagin og varpa ljós á tað arbeiðið, sum sosialráðgevar gera, sigur hon.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024