Góðan morgun Føroyar

Foreldraráðini siga frá
24-03-2023
Tað stendur ov illa til, starvsfólkini koma og fara, tey ungu hava ov nógva ábyrgd og nú siga vit frá, siga Høgni Midjord í Stovuni og Barbara Djurhuus

Í gjárskvøldið hittust øll foreldraráðini  á dagstovnunum í Tórshavnar Kommunu til felags fund. Tað er foreldraráðið í Býlingshúsinum í Maritugøtu, sum hevur kallað øll hini á fund, og orsøkin er, at støðan á dagstovnaøkinum er hættislig og ikki kann góðtakast, siga tey. Endamálið við fundinum var tí at fáa eitt samstarv við onnur foreldraráð.

Høgni Midjord í Stovuni og Barbara Djurhuus, sum eru í foreldraráðnum í Býlingshúsinum í Maritugøtu, eru sera merkt av trotinum, sum er á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu.

- Starvsfólkini eru eitt stutt tíðarskeið, tey eru ov ung og hava ov nógva ábyrgd.

Ymsa staðni er tað so, at eingin námsfrøðingur er í stovuni, tískil eru tað tey ungu hjálparafólkini, sum í nógvum førum standa við ábyrgdini.

Hóast summi eru merkt av hesum, so er tað ikki soleiðis allastaðni. Øll vóru boðin við á fund, eisini tey, sum ikki uppliva trupulleikan.

Tey halda, at tað er umráðandi og gott, at so mong vóru við til fundin. 

- Tað er skjótt, at hetta kann koma fyri hjá øðrum, eisini hjá teimum, ið hava tað gott nú. Tí er tað gott, at vit øll í felag gera vart við trupulleikan, 

Í mong ár hevur ljós verður varpað á hetta, men akkurát hvat tað er, sum skal gerast fyri at loysa trupulleikan, er torført at vita. Men tey vóna, at tað at savna foreldraráðini og rópa hart, kann broyta tað núverandi støðuna.

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024