Góðan morgun Føroyar

Lyfta útvið 800 posar hvønn dag
31-03-2023
Tíverri hendir tað, at fólk ikki geva sær far um, hvat tey koyra í ruskposan. Og tá kunnu ruskinnsavnarar koma illa fyri.

Píkatráður, knívur, ein dripin hani og skitnar blæur.

Hetta er nakað av tí, sum ruskinnsavnarar viðhvørt møta sum tað fyrsta, tá teir heinta ruskposar.

- Sum heild virða fólk okkum og okkara arbeiði, men tað kemur fyri, at vit kunnu skera okkum ella onkursvegna koma illa fyri, tí fólk ikki hava hugsað seg nóg væl um, tá tey hava lagt okkurt í ruskposan, sigur Jákup Petur Djurhuus.

Saman við Ára Arge og Tórði Frankson Joensen er hann partur av einum toymi, sum hvørja viku heintar húsarhaldsburturkast í Havn.

Tað er ymiskt, sum vit kunnu gera, soleiðis at arbeiðsdagurin hjá ruskinnsavnarunum verður lættari og tryggari.

Grái posin skal bert fyllast upp til tað loyvda, knútur eigur at vera bundin á smáu posarnar niðri í tí gráa posanum, og so skal einki hvast latast í posan. Hesi eru ráðini frá teimum trimum ruskinnsavnarunum, sum stórtrívast í hesum arbeiðinum.

- Tú arbeiðir fimm dagar um vikuna frá umleið klokkan fimm til klokkan átta um morgunin. Og so kemur tú í góðan form, heldur Tórður Frankson Joesen skemtiliga fyri.

Í morgunsendingini greiddu teir tríggir frá arbeiðinum sum ruskinnsavnarar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024