Góðan morgun Føroyar

Fríggjadagspanelið: Øll hava rætt til lívstrygging
31-03-2023
Hvat er eitt gott stað hjá børnum at vaksa upp? Hevur tú rætt til lívstrygging, hóast ov høgt BMI? Og skulu vit tosa opið um sálarheilsu okkara?

Í panelinum í morgun eru Tom Jacobsen, pastorur og lærari og Ingi Poulsen, tónleikari og næmingur.

Trý evni eru á skránni.

Tað fyrsta snýr seg um tað, at landsstýrið og kommunur eru samd um, at Føroyar skulu vera besta stað í heiminum at vaksa upp í - men hvat er eitt gott stað hjá børnum at vaksa upp í, og hvat skal til fyri, at øll børn í Føroyum hava tað gott? 

Báðir halda, at Føroyar eru eitt gott stað at vaksa upp í, men ein av teimum leggur dent á, at har skulu broytingar gerast.

Annað evnið í morgun er, at ov høgt BMI ávirkar lívstryggingina. Fólk fáa at vita frá summum tryggingarfeløgum, at um teirra BMI er ov høgt, so fáa tey ikki lívstrygging.

- Øll hava rætt til lívstrygging. Ein kann eisini vera ósunnur í høvdinum, tískil er hatta ikki ein nóg góð eftirmeting.

Og triðja evnið í morgun er sálarheilsa.


 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024