Góðan morgun Føroyar

Hin gátuføri toskurin
12-04-2023
Bátarnir hava fingið tosk norðanfyri, sum vigar 30-40 pund og er mettur at vera 10-15 ára gamal.

Toskafiskiskapurin undir Føroyum hevur verið sera vánaligur í fleiri ár, men beint fyri páskirnar brendu bátar í stóran og feitan tosk á norðhavinum.

- Eg tosaði við Kjartan Joensen, sum hevur fiskað næstan alt lívið, og hann segði, at hann hevði neyvan nakrantíð sæð eina so stóra samling av so stórum toski, sigur Osmundur Justinussen.

Osmundur Justinussen er reiðari og hevur í eitt mannaminni fylgt sera væl við fiskiskapinum undir Føroyum. 

 

Stórur og feitur toskur

Kjartan hevði verið á Norðhavinum og fiskað beint fyri páskirnar. Teir størstu toskarnir vigaðu 30 og heilt út ímóti 50 pund.

- Hasin toskurin er ikki vaksin upp á Norðhavinum í ár. Handan støddin av fiski er millum 10 og 15 ára gomul, greiðir Osmundur frá.

So kemur tann stóri spurningurin, hvar hevur hann hildið til? Tí slíkir feitir og vælvaksnir toskar hava ikki verið at sæð ella fiskaðir á landgrunninum í fleiri ár.

- Eg dugi ikki at svara við vissu, men hann hevur nokk verið uppi í sjónum og hildið til á opnum havi.

 

Sjógvurin er kaldari

Sjógvurin við Føroyar er kølnaður seinastu tíðina. Frá at hava ligið um 10 stig tey seinastu árini, er hann kølnaður niður í 6-7 stig.

- Hetta eru góðar umstøðir hjá toski, og tá søkir tann stóri toskurin botn aftur, greiðir Osmundur frá.

 

Orsøkin er hinumegin jørðina

Orsøkin til hetta skal finnast heilt yvir í Kyrrahavinum, har veðurfyribrigdini El Niño og La Niña gera um seg. Seinastu fýra árini hevur La Niña verið við yvirlutan, og hetta hevur gjørt, at sjógvurin kring Føroyar er hitnaður, men nú tá ið El Niño tekur La Niña, kølnar sjógvurin við Føroyar.

- Hetta ger, at liviumstøðurnar hjá hvítfiski gerast betri á landgrunninum, greiðir Osmundur frá.

- Men um hetta verður galdandi framyvir, tori eg ikki at spáa um, heldur Osmundur Justinussen fram við einum brosi.

Um toskurin er komin aftur á landgrunnin, er ov tíðliga at siga enn. 

Lurta eftir samrøðuni við Osmund Justinussen.

 

Frágreiðingar um El Niño og La Niña og hvussu tað ávirkar hitan á Norðurhøvum. 

 

La Niña

Á myndini omanfyri sæst, at La Niña er við yvirlutan. Sum sæst, so kølnar sjógvurin í Kyrrahavinum, og hann hitnar á okkara leiðum. Tá fáa vit eitt sterkt vestanrák yvir Føroyar og Norðurhøvum, og ofta er tað tá, at vit fáa útsynningsódnirnar sum t.d. tær, ið vóru í 1988, 1989 og 1990. Sjóvarhitin við botnin hitnar so nógv, at fiskurin leitar sær út á djúpari vatn. Tá eru oftani vánalig fiskiár á føroyaleiðini, ja, onkuntíð næstan fiskaloysi. Hetta var tað, sum hendi fyrrapartin av 1990-árunum og tey mongu árini frá 2011 til 2016 (Kelda: Í Kjalarvørrinum, Osmundur Justinussen)

 

 

El Niño

Sammeta vit við La Niña-kortið, sæst týðiliga, hvussu munurin er á hita og kulda í stóru høvunum, tá ið El Niño ella La Niña hava yvirlutan. Á kortinum omanfyri sæst, at El Niño er komin í hæddina og hevur økt sjóvarhitan almikið í Kyrrahavinum, meðan hitin í Atlantshavinum, úr Nýfundlandi og eystureftir, er fallin. Eina tíð eftir, at hitin er fallin úr Nýfundlandi og eystureftir, ávirkar tað eisini sjóvarhitan um okkara leiðir, sum ger, at hitin fellur við botnin. Hetta hevur altið við sær góðan fiskiskap á landgrunninum. Fiskurin, sum hevur ferðast uppi í sjónum, søkir tá botnin. Um hetta mundið er hann oftast um 4-10 ára gamal. (Kelda: Í Kjalarvørrinum, Osmundur Justinussen)

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024