Góðan morgun Føroyar

Innrás av nátthegrum í Føroyum
13-04-2023
Tað tykist sum fleiri nátthegrar eru vilstir til Føroya í seinastuni.

Silas Olofson, fuglaáhugaður, var úti við myndatólinum fyri at avmynda hetta serliga hegraslag, og hann fann ein nátthegra (Nycticorax nycticorax) í viðarlundini í Hvalvík.

- Hann var rennvátur av regninum og tóktist ikki ordiliga at vera nøgdur við umstøðurnar, sigur Silas við einum brosi.

 

Nátthegri avmyndaður í viðarlundini í Hvalvík. (Mynd: Silas Olofson)

 

Vilstur til Føroya

Nátthegri heldur vanliga til í heitari londum, men nú láættin hevur ligið, sær tað út til at fleiri eru førdir henda vegin við vindinum.

Silas sigur, at í Mykinesi og í Trongisvági eru nátthegrar sæddir, og eisini eru fleiri fráboðanir um nátthegra í Hetlandi og ein á Ytri Suðuroyggjum (Hebridunum).

 

Virkin í myrkri

Sum tað liggur í heitinum, so leitar nátthegri sær mest eftir føði í skýmingini ella á nátt, í veitum og grunnum vatni. Um dagin hvílir hann seg ofta í trøum, har hann kann vera rættiliga trupul at finna, um hann ikki knappliga fer á flog.

- Nátthegri er sera sjáldsamur ferðagestur í Føroyum. Eygleiðingin í Hvalvík er bert sætta skráseting í Føroyum. Nærmastu búpláss eru í Miðevropa, sigur Silas.

 

Silvurhegri avmyndaður við Gróthúsvatn (Mynd: Silas OIofson)

 

Sá eisini ein silvurhegra

Silas var eisini ein túr í Sandoynni, tí har var ein fráboðan um ein silvurhegra (Ardea alba), sum var sæddur í norðurendanum á Sandsvatni. Silas fann silvurhegran við Gróthúsvatn.

- Hann fiskaði dúgliga, og væl lá fyri, greiðir Silas frá.

Silvurhegri er ein stórur hvítur hegri á stødd við gráhegra (hegra). Hann eigur so langt norður sum Danmark, men er vanligari í Suðurevropa. Hann er sera sjáldsamur í Føroyum, og hetta er bert fjórða skráseting herheima.

Lurta eftir samrøðuni við Silas Olofson. 

 

Fakta um nátt- og silvurhegra

 

Nátthegri í viðarlundini í Hvalvík (Mynd: Silas Olofson)

 

Nátthegri

Longd: 58 – 65 cm

Flog: 90 - 100 cm

Búpláss: Eigur í Norður- og Suðuramerika, Evropa, Asia og Afrika.

Vetrarvist: Norðastu stovnarnir ferðast suðureftir vetri.

Atburður: Eigur í bølum, ofta í trøum nærindis vatni. Nátthegri leitar sær fyri tað mesta føði um náttina og er ógvuliga ráksnúgvin. Hann tekur skordýr, bæði á vatni og á landi, fiskar, froskdýr, tvískeljar, fuglar, egg, smá sugdjór, plantutilfar, rusk og annars, tað sum fyri er. 

Skrásetingar: Sera sáldsamur ferðagestur. Áður bert skrásettur fýra ferðir í Føroyum, 1870, 1990, 1992, 2011 og nú aftur í 2023.

Kelda: Fuglar í Føroyum.

 

Silvurhegri í Gróthúsvatnið (Mynd: Silas Olofson)

 

Silvurhegri

Longd: 55 – 65 cm

Flog: 88 – 106 cm

Búpláss: Eigur í Afrika, Asia, Avstralia og Mið- og Suðurevropa og hevur breitt seg norðureftir í Evropa seinastu árini.

Vetrarvist: Norðastu stovnarnir ferðast suðureftir á vetri

Atburður: Eigur í bølum, tætt við vøtn og vátlendi. Etur skordýr og ormverur, rækjur, krabbar og krabbadýr umframt smáar fiskar. 

Kelda: Fuglar í Føroyum.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024