Góðan morgun Føroyar

Hollywood: Rúsfrí barr
12-05-2023
- Tað eru ikki øll ung, sum vilja hava rúsdrekka, sigur Lív Brúsá, sum arbeiðir í barrini Hollywood

Tá ið tú fert inn í Blákrossbúðina í miðbýnum, kanst tú snara til vinstru. 

Um tú fert oman gjøgnum trappurnar, kemur tú til tað nýggja ungdómshølið, Hollywood. Har er litríkt og fagurt. Diskokúlur hanga uppi undir loftinum sum tríggjar heingikoyggjur. Eisini er ein barr, sum ikki er sum aðrar - hon er rúsfrí. Tað er Liv Lívið, sum stendur fyri hesum.

Lív Brúsá, ið er starvsfólkaumboð fyri Liv Lívið og sálarfrøðingur hjá Bláa Krossi, sigur, at eitt stað sum Hollywood hevur manglað í Føroyum.

- Eg vóni, at barrin kann elva til kjak. Ein noyðist ikki at drekka fyri at hava tað stuttligt, sigur Lív.

Hon greiðir eisini frá, at tey, sum ikki drekka, uppliva mangan, at fólk kunnu vera óhóskandi og spyrjandi, tá ið tey eru á festivalum, tí tey ikki drekka.

Ætlanin við Hollywood er at hava eitt stað til ung, har tey kunnu savnast, spæla borðspøl, práta og hugna sær saman - uttan rúsdrekka.

 

Tey ungu lata væl at

Askur Magnason og Sjúrður Højsted arbeiða í barrini og plaga at vera í Hollywood, har teir mangan gera heimaarbeiði og eru saman við vinum.

- Vit hava manglað eitt tílíkt stað fyri ung, eru teir samdir um.

 

 

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024