Góðan morgun Føroyar

Fríggjadagspanelið: Skelkandi, at Reiley er so illa viðfarin
19-05-2023
Almenna útspillingin av Reiley, klædnapolitikkurin í Vestmanna skúla og móðurmál ella danskt í Fólkatinginum í Danmark

Í panelinum eru Símun Samuelsen og Ólavur Jóannesarson Hansen. 

Fyrsta evnið í morgun er Reiley, sum hevur verið úti fyri almennari útspilling - serliga av teimum donsku miðlunum. Um hetta siga teir, at slík útspilling ongastaðni hoyrir heima, og teir halda, tað vera skelkandi, at fólk loyva sær at tosa niðrandi um hann, og ikki tónleikin, tá ið tað er tað, kappingin snýr seg um.

Kjakið um móðurmál ella danskt í Fólkatinginum í Danmark, er annað evnið. Tað vakti undran og ørkymlan, tá ið Aki-Matilde Høegh-Dam úr Siimut, sum er annað av grønlendsku fólkatingsumboðunum, helt røðu á grønlendskum í Fólkatinginum herfyri. 

Triðja evnið í morgun, er tann nógv umrøddi klædnapolitikkurin í Vestmanna skúla, ið bæði tingfólk og ávirkarar hava skrivað um alment.

Teir halda, at skúlin skal avgera, hvørjar reglur eru galdandi har, og mann skal lurta eftir næmingunum, sum sambært skúlastjóranum og varaskúlastjóranum í Vestmanna skúla, ikki finnast at hesum. 

 

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024