- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Umborð á skúlaskipinum skulu vit altíð vera klár
01-06-2023
Umborð á danska skúlaskipinum, Danmark, eru á leið 80 fólk, og tvey av teimum eru føroyingar. Annar er næmingur, hin er lækni
Tey hava verið á sjónum í ein mánað og hava nógvar dagar eftir enn.
Seytjan ára gamli Rani Brattalíð Tindskarð letur væl at umborð, hóast tað er bæði sálarliga- og kropsliga strævið.
- Vit skulu altíð vera klár, um okkurt hendir. Eisini skulu vit hugsa líka nógv um onnur fólk, sum vit hugsa um okkum sjálvi. Tað kann til tíðir vera hart.
Hanna Bjarkhamar Poulsen er lækni umborð.
Hóast sjóverk, so dámar henni væl at vera við skúlaskipinum.
- Tað er eitt øðrvísi umhvørvi, og tú fært aðrar uppgávur, enn tær, tú vanliga fært sum kommunulækni.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, bók um deyða í barsilssong, nýggjur prestur innsetast, venjing tá tú gerst eldri
12-06-2024
Veðrið, breiddarpuljan hjá ÍSF, tinnitus og ljóðviðkvæmi, rotta og rusk
04-06-2024
Veðrið, skipabygging, støðuroynd á 3. stigi, nýggi leiðarin á listasavninum á Sandi
29-05-2024
Veðrið, kappróður, Reyði Krossur í Bangladesj, Red Dot til Drinksaver
28-05-2024