- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fyri seks árum síðani tók Rúni Nielsen stig til bólkin, Pápar í Føroyum. Tankin var at geva pápum eitt forum at umrøða evni, sum knýta seg at pápaleiklutinum.
Í løtuni eru fleiri ernn 1000 føroyskir pápar limir í facebook-bólkinum, og har verða alskyns evni umrødd.
Páparættindini eru javnan á breddanum, men eisini verður tosað um eitt nú, hvussu ein best leggur børnini at sova, og hvat barnagentur skulu fáa í samsýning.
Prátið er sakligt, og tað er lætt at vera umsitari, sigur Rúni Nielsen.
Eitt er at samskifta á netinum, men tað hevði eisini verið skilagott, um pápar hittust í veruleikanum.
Tað er ein onnur samveru, ið kann vera gevand bæði fyri pápar og børn, heldur Rúni Nielsen.
Um tú hevur hug at gerast limur í bólkinum, er leinki at finna her.