- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fólk tíma ikki at tosa um príshækkingar og aðrar forðingar, tá tað snýr seg um royking, tí tey kenna seg sett í bás. Heldur skulu vit tosa um, hvussu vit eggja teimum ungu til at halda seg frá at byrja at roykja ella at snúsa. Tað heldur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú greitt er, at átøk fara at vera sett í verk fyri at tálma nýtsluni av tubbaki í Føroyum.
- Tilmælini siga, at vit kunnu hyggja at atkomuni til tubbak, soleiðis at tað ikki verður so lætt at fáa fatur á tubbaki, umframt at vit skulu hyggja at kostnaðinum, tí hesi hava ávirkan á, um fólk byrja at roykja ella ikki. Men eisini skulu vit finna útav, hvussu vit hjálpa teimum, sum hava hug til at leggja av at roykja. Hvørji tilboð skulu hesi hava, og hvørji átøk kann Fólkaheilsustýrið gera fyri at hjálpa.
Arbeiðið verður sett í gongd í heyst, og tað hevur skund, heldur landsstýriskvinnan.
- Um hugt verður eftir donskum tølum, og vit javnseta tey við tey føroysku, so merkir tað, at 130 fólk um árið doyggja av roykitongdum sjúkum. Hvat hevði hent, um vit høvdu havt 130 fólk sum doyðu í ferðsluni árliga, ella um miðaltalið á teimum, sum doyðu í flogvanlukku um árið var 130? Tá høvdu vit gjørt okkurt, og tað er eisini tað, vit skulu gera við roykingini, sigur Margit Stórá.