- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
"Alt, sum kann ganga galið í Grønlandi, gongur galið. Og alt, sum ikki eigur at ganga galið, gongur eisini galið", sigur Poul Andrias Ziska, ið er kokkur og stjórnar KOKS.
1. juni bleiv eitt nýtt filmsverk hjá Viaplay útgivið. Tað er heimildarfilmurin um ferðina hjá KOKS, sum fór til Grønlands í fjør, at reka matstovuna har.
Tey halda til í bygdini Ilimanaq og lata væl at, hóast forðingar og avbjóðingar gjørdu um seg, tá ið komið varð til lítlu bygdina.
Í heimildarfilminum sær hyggjarin, hvussu skilið var, bæði áðrenn og í meðan latið var upp.
Køkurin manglaði, tey høvdu einki vatn, ongan streym og so vóru rávørurnar torførar at fáa fatur í.
Tað var ikki so ógvisligt
- Eingin ivi er um, at tað var hart at byrja, men tað var ikki so ógvisligt, sum tað verður víst í "The Most Remote Restaurant in the World". Ruðuleikin fylti í veruleikanum tvey prosent, meðan annað gekk væl, sigur Poul Andrias.
Hann heldur, at tað er stuttligt at síggja tað endaliga úrslitið, men ásannar eisini, at tað var strævið at hava tey har at filma.
Í heimildarfilminum sært tú góðar og ringar løtur. Tú sært stress og ruðuleika, men tær góðu løturnar eru ikki goymdar og gloymdar.
Her er ein leinkja til heimildarfilmin "The Most Remote Restaurant in the World": https://viaplay.dk/film/the-most-remote-restaurant-in-the-world-2023