- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Sjálvandi fær Martin eitt slíkt hugskot, sjálvandi meldar hann seg til eina slíka sjónvarpssending.
Soleiðis søgdu vinfólk og familja, tá Martin Dirch Brodersen fyrr í ár fortaldi teimum, at hann skuldi vera við í donsku sjónvarpssendingini Gift ved første blik.
Undihaldssendingini hjá Danmarks Radio snýr seg í stuttum um, at serfrøðingar velja fólk, sum hava møguleika at rigga væl saman sum par. Og so skulu tey giftast. Eksperimentið varar í fimm vikur, og tá tær vikurnar eru farnar, kunnu pørini velja, um tey vilja halda fram við at vera gift, ella tey ynskja hjúnaskilnað og harvið fara hvør til sítt.
- Eftir at eg bleiv skildur fyri 11 árum síðani, havi eg roynt at funnið mær ein maka, men tað hevur ikki riggað higartil, sigur Martin Dirch Brodersen og vísir á, at hann hevur hitt fleiri kvinnur úti í samfelagnum upp á tann vanliga mátan, men ongantíð er nakað veruligt forhold komið burturúr.
Um góðar seks vikur verður seinasti partur av Gift ved første blik vístur á DR1, og tá fáa vit at vita, hvørt Martin Dirch Brodersen velur at halda fram við at vera giftur við konu sínu ella velur at lata seg sklija.
Hóast hann ikki kann avdúka nakað nú, so er hann partvís sanførdur um, at hetta er ein góður máti at hitta ta einastu einu.
- Tá onkur annar setur okkum saman til at vera par, so hava tey kannað alt um okkum sum persónar frammanundan. Og so er tað upp til okkum at fáa tað at fungera. Mann skal minnast til, at vit eru sett saman, tí vit eru eitt gott match, sigur Martin Dirch Brodersen.
Gift ved første blik kann síggjast á DR1 hvørt hóskvøld klokkan 19 føroyska tíð og á heimasíðuni hjá Danmarks Radio.