- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ítróttur hevur altíð fylt nógv í lívinum hjá Hávardi Vatnhamar. Men ein arbeiðsvanlukka á sjónum broytti lívið, tá hann sum 16 ára gamal misti stóran part av høgra armi.
Ítróttaliga hevur Hávard tikist bæði við fótbólt, renning, súkkling og triatlon. Tey seinnu árini hevur hann eisini gjørt vart við seg innan paraítrótt.
Hávard arbeiðir nógv fyri at fremja paraítrótt í Føroyum, og fyri hann hevur tað týdning, at ítrótturin fevnir um alt landið:
- Felagsskapurin hevur alt at siga - tí er tað týdningarmikið at fáa paraítróttin inn í feløgini, sum liggja í nærumhvørvinum, sigur Hávard Vatnhamar millum annað í samrøðu við morgunsendinga.
Øll samrøðan við Hávard kann hoyrast omanfyri.