- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sóknarprestar í 25 ár
21-11-2023
Hóast sera ymiskir, so riggar samstarvið væl millum Hera Joensen og Berg D. Joensen, sum í 25 ár hava verið starvsfelagar í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi
- Vit ganga og mala um beinini á hvørjum øðrum dag út og dag inn, so vit kennast rættiliga væl.
Soleiðis sigur Heri Joensen, sum saman við Bergi D. Joensen hevur verið sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í 25 ár. Hetta bleiv hátíðarhildið við serstakari gudstænastu í Vesturkirkjuni sunnudagin.
- Eg havi ofta nógv hugskot og havi kanska lyndi til at fara eitt sindur upp at flákra, og tá er gott, at Heri kann hála meg eitt sindur niður á jørðina aftur, sigur Bergur D. Joensen.
Í morgunsendingini hyggja teir báðir aftur á tey 25 árini, teir hava verið sóknarprestar og starvsfelagar.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, hormonspiralur og bróstkrabbi, parúkkar úr føroyskum hári, føroyskt karaoke og Reyði krossur
29-10-2024
Veðrið, Jóna Kristin Thomsen, Fìa Lamhauge, Jóhanna á Tjaldrafløtti, Uffe Bærentsen, Leif Hansen og Jákup Magnussen
25-10-2024
Veðrið, Brot úr Føroya søgu, Hanni Bjartalíð, Randi Ward, Jóannes Eidesgaard, Hans Eiler Hammer og Randi Mohr
24-10-2024