- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Føðingardagsgávan frá Mariu Samson Christensen til mannin Kent Christensen á hansara 60 ára degi í vár var ein túrur niðan á hægsta fjall í Afrika. Túrurin skuldi eftir røttum vera næsta ár, men Kent gjørdist so spentur, at tey gjørdu av at fara longu í heyst.
Teimum báðum dámar væl at ferðast, og tey fyrireikaðu seg væl og virðiliga. Hóast hetta, so funnu tey útav, at tey ikki høvdu tikið nóg nógv heit klæði við sær, tí uppi í hæddunum gerst sera kalt. 20 kuldastig máldu tey onkran dagin, og tá var ikki annað at gera enn at læna termoundirklæði frá onkrum av hinum gongufólkunum.
Tá tað snýr seg um parlagið, halda tey bæði ikki, at vandi var á ferð, hóast tey gjørdust nakað strongd til tíðir.
- Eg haldi, at tað sum irriteraði Mariu mest, mundi vera, at eg ikki legði tingini upp á pláss, tá eg hevði brúkt tey, men annars var hetta ein góður túrur at gera saman, sigur Kent.
Eisini greiðir Maria frá torføru avgerðini tey tóku, áðrenn tey fóru úr Føroyum.
- Summi fáa hæddarsjúku, tá tey koma upp móti tindinum, og tá er ikki annað at gera enn at venda við. Vit avgjørdu, at gjørdist ein okkara sjúkur og mátti venda við, so skuldi hin halda fram, tí orsøkin til túrin var jú at røkka tindinum. Men tíbetur gjørdist hetta ikki heilt aktuelt.