Góðan morgun Føroyar

Hon er enn mamma mín, men ikki ein "mamma"
23-03-2015
Jonhard Larsen hevur gjørt ein sang til mammu sína, sum hevur sváru sjúkuna, alzheimers. Jonhard greiddi í morgun frá sanginum og mammu síni

Jonhard Larsen eigur eina mammu, sum er 70 ára gomul, sum býr í einum sambýli í Klaksvík. Tá hon var 62 ára gomul, fekk hon staðfest Alzheimers. 

Hetta hevur, sum tað ofta ger hjá teimum avvarandi, sett síni merki í lívið og gerandisdagin hjá Jonhardi og familjuni annars. 

Hann sigur at familjan ongantíð hevur tosað við mammuna um sjúkuna og hetta harmar hann. Hann leggur afturat at hóast mamman ikki veit at sanginum, so hevur tilgongdin verið sum eitt slag av terapi fyri hann.

Hoyr sangin og samrøðuna við Jonhard Larsen omanfyri.  

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024