Góðan morgun Føroyar

15 brotbitar frá valinum
23-06-2015
Eydna Skaale hevur valt 15 hendingar úr fólkatingsvalstríðnum. Hon valdi millum annað fótfeilin hjá Tór Marna Weihe, sum svaraði fyri seg í morgun

Eydna Skaale, sum eigur og rekur Retorika hevur tikið saman um fólkatingsvalstríðið í 15 ymiskum evnum. Hon gevur bæði rís og rós og hevur veruliga eisini humor við, tá hon skrivar.

Ein teirra sum aftaná valið stendur eftir við einum fótfeili, sum Eydna Skaale málber seg, er Tór Marni Veihe. Royndin hjá honum at fáa atkvøður til Tjóðveldi frá ungu veljarunum hjá Framsókn var ein fótfeilur sambært Eydnu. Og Tór Marni Veihe er eisini einigur. Hann heldur tó at boðskapurin kom fram, men mátin hann var gjørdur uppá var ikki sømiligur.

Hoyr Eydnu Skaale lýsa tey 15 punktini og Tór Marna Veihe greiða frá hví hann gjørdi fótfeilin og hvat hann stendur eftir við. 

 

Her er listin hjá Eydnu Skaale 

1: Størsta yvirraskilsi: 
Zacharis Wang, sum siterar.. ikki Bergensáttmálan, ikki Janus Djurhuus, ikki nakað av hinum valevnunum, men simpulten undirgrundsbólkin Swanga (!) í formansumfarinum.

2: Størsta image-regulering: Høgni Hoydal, sum er farin frá at tykjast álvarsamur, ónøgdur og samanbitin til at framstanda smílandi, skemtandi og við yvirskoti.

3: Býttasta viðmerking: Sjúrður Skaale, sum heldur tað vera strævið at fara til Danmarkar hvønn mánamorgun til arbeiðis. At biðja Føroya fólk um at velja seg til eitt arbeiði - og samstundis í eini veikari løtu siga, at man ikki orkar til arbeiðis - tað er bara ikki snildasta trekkið.

4: Óreiðiligasta ræðukampagnan: Tobbi, Magni Arge og Annita á Fríðriksmørk, sum í fleiri bylgjum settu ligvið millum Javnaðarflokkin og Sea Shepherd orsakað av eini tilvildarligari mynd av Helle Thorning Schmidt á sosialu miðlunum. Grundgevingin: Fólk, sum eru á somu mynd, hava sjálvandi somu virði. Ein spurningur: Ser-i-øst?

5: Ósjónligasti flokkurin í valstríðnum: Sambandsflokkurin. Hvar vóru tey, hvat ætlaðu tey, hvat hildu tey (annað enn at tey nokk vóru púra trygg í sessinum?) Tað mátti verið relativt lættast at rikið sambandsfólk á fólkatingsval. Men har var ikki nógvur sjónligur rakstur..

6: Býttasti fótfeilur: Tór Marni Weihe, sum í óðum verkum alment heitir á Framsóknarveljarar - ikki loysingarsinnað fólk ella tjóðskaparsinnað fólk, sum heild - men desiderað veljarar hjá einum øðrum flokki - um at flyta sínar atkvøður. Eitt er, hvat man roynir at reka í tí dulda, nakað heilt annað er, hvat man sigur alment.

7: Mest rebelsku veljarar: tey, sum bara hava valt listan hjá Uttanflokkalistanum, heldur enn at velja einasta valevnið á listanum smile emoticon

8: Størsti spurningur: Hví eru ikki fleiri kvinnur á listunum? Vit sóu sera nógv góð boð uppá gløggar og sterkar kvinnur í fleiri flokkum, sum hava klárað seg serdeilis væl í valkjakum - og sum eisini vóru løntar við flottum atkvøðutali afturfyri.

9: Veikasti boðskapur: Sjálvstýrisflokkurin. Hann smokkaði ímillum Tjóðveldi, Framsókn, Fólkaflokkin, Uttanflokkalistan - og eisini Javnaðarflokkin, sum setti spurnaðartekin við tjóðskaparkensluna. Nýtt Sjálvstýri hevur gjørt eina góða roynd at flyta flokkin fram til 2015 við formansskifti og navnaskifti - men neyvi boðskapurin manglaði.

10: Størsta yvireksponering: Janus Rein. Internetið var tapetserað við myndum, men onkursvegna fylgdi boðskapurin ikki heilt við. Ja, vit síggja, at tú vilt inn - men sig okkum hví vilt tú inn. Atkvøðutalið stóð heldur ikki mát við sjónligheitina.

11: Siðiligasta valstríðið: Framsókn. Fokus á egnan politikk fyrst og fremst. Tey kundu til dømis væl havt svarað ógvusligari aftur, tá valevni fyri annan flokk heitti á fólk, um IKKI at velja Framsókn, men talaðu tá eisini at í einum siðilgum tóna.

12: Oftast sagdi setningur í mun til øll hugsandi evni: .."og her má man siga, at sitandi fólkatingsmenn hava snorksovið". Tað er kalt á toppinum. Tá tað bara eru tveir sessir, og allir hinir flokkarnir royna at hála sessin undan tær, gerst tú ein livandi dartskiva.

13: Greiðasti boðskapur: Miðflokkurin. Har er eingin ivi um, hvat tey vilja. Føroya fólk er tó ikki serliga samt í, at greiði boðskapurin skal boðast á Fólkatingi.

14: Minst fangandi valagn: »Uttanríkispolitiska heimildarlógin«, sum Fólkaflokkurin hevur havt sera ofta á orði. Tað er heilt einfalt ikki eitt buzzorð, sum fær fólk at reisa seg úr sofuni og fara á val. Uttanríkispolitiska heimildarlógin.. Nei… bara nei!

15: Størsta rós uppiborið: Øll valevni - hvør sum ein - í øllum flokkum, sum stilla seg upp at verða vigað og dømd av almenninginum. Tað krevur sítt og er ikki fyri sartar sálir!

Takk!

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024