- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sertilboð til næmingar við serligum tørvi
22-02-2016
Undirvísingin á serbreytunum tekur støði í tí einstaka, sum verður førleikamettur eftir eini serligu skipan
Serbreyt er skúlatilboð á miðnámsskúla til næmingar, ið ikki eru førir fyri at fylgja eini vanligari miðnámsútbúgving, heldur ikki hóast stuðul og tillagingar.
Serbreyt er sett í verk samsvarandi Tilmæli um serliga skipað miðnám, sum var handað Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, í januar 2015.
Umboð fyri tekniska Skúlan í Klaksvík, serbreytini á Kambsdali og frá Glasi Smiðjugerði eru í útvarpsstovuni og greiða frá skúlatilboðunum til fólk við serligum tørvi.
Tey luttakandi eru: Maiken Skarðenni, Annika M. Mellemgaard og Naina Jacobsen
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, ársins orð, brot úr Føroya søgu, bíligir bústaðir, Ikki eitt orð um pengar
07-11-2024
Veðrið, forsetaval í USA, valfundur í Varpinum, Una Rósa Birgirsdóttir
05-11-2024
Brot úr Føroya søgu, veðrið, jubileum hjá Jákupi, sterilisatión og Fólksins rødd
31-10-2024