Góðan morgun Føroyar

3500 føroyingar hava diabetes
08-04-2016
Tað var av tilvild, at eg fekk staðfest sjúkuna, sigur Ingolf S. Olsen, sum er ein av teimum 3500 føroyingunum, ið hava diabetes

Í gjár var heimsheilsudagur, og í tí sambandi sendi heimsheilsustovnurin, WHO, út eitt slag av ávaring, um at talið á fólki við diabetes veksur í stórum.

Eftir bara 35 árum er talið á diabetissjúklingum ferfaldað. Frá 1980 til 2014 er talið ferfaldað úr 108 upp í 422 milliónir fólk, ið hava fingið staðfest diabetes, sigur heimsheilsustovnurin, WHO.

Tølini fara at veksa enn meira, um ikki okkurt álvarsligt verður gjørt, serliga typa 2 diabetes, ið verður sett í samband við ringar lívsvanar og fiti.

Í Føroyum eru umleið 3500 diabetissjúklingar, og ein teira er Ingolf S. Olsen. Hann fekk staðfest sjúkuna í 2008.

- Eina tíð hevði eg verið óvanliga troyttur og snarsintur. Harafturat var eg alla tíðina tystur, fortelur Ingolf S. Olsen, sum eftir eina tíð við kanningum fekk staðfest diabetes.

Í morgunsendingini fortaldi hann, hvussu hann livir við sjúkuni, og hvussu sjúkan ávirkan gerandisdagin. Eitt nú tekur hann ymiskan heilivág.

Eisini forkvinnan í Føroya Diabetisfelagið, Kristiana Rein, var í útvarpsstovuni og greiddi frá sjúkueyðkennum og týdningin av røttum kosti og livivanum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024