Góðan morgun Føroyar

Bjóða ferðafólki við at ræna havhestaegg
11-05-2016
Tað snýr seg um at geva fólki eina serliga uppliving, og tað haldi eg, at hetta er, sigur Símun Gullaksen, ið eigur nýggja ferðavinnuhugskotið

At ræna havhestaegg.

Tað skal eftir ætlan verða eitt ferðavinnutilboð í Fugloy.

Símun Gullaksen eigur og rekur Uppistovugarðin í Hattarvík og er maðurin, sum hevur fingið hugskotið til nýggja ferðavinnutilboðið.

- Tað verður tosað nógv um at menna ferðavinnuna í Føroyum, og eg haldi, at hetta er eitt konsept, sum vit eiga at royna, sigur Símun Gullaksen.

Í hesum døgum arbeiðir hann saman við fleiri øðrum við at menna hugskotið at bjóða ferðafólki við í Eystfelli í Fugloy at ræna havhestaegg.

- Gongst sum ætlað, fara vit at bjóða bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum við okkum at ræna egg í mai mána næsta ár, sigur Símun Gullaksen.

Í morgunsendingini fortaldi hann um hugskotið, og hvussu ræning av eggum heilt ítøkiliga gongur fyri seg.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024