- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hendingin í Kiel mynda Føroyar tann dag í dag
27-09-2017
Hendingin í Kiel í 1814 hevur havt stóra ávirkan á, hvussu Føroyar virka og síggja út í dag. Hans Andrias Sølvará greiðir frá lagnustundini í Kiel.
Hans Andrias Sølvará, lektari á Fróðskaparsetrinum hevur hildið ein søguligan fyrilestur kring landið, sum tekur útgangsstøði í friðaravtaluni, sum var undirskrivað í Kiel í januar 1814. Henda avtala var millum annað orsøkin til at norðmenn settust at orða eina grundlóg fyri landið, og sum var undirskrivað á Eidsvoll 17. Mai sama ár. Sama friðaravtala var eisini orsøkin til, at Føroyar og hini hjálondini í Norðuratlantshavi komu beinleiðis undir danskt ræði.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Myndugleikarnir hava sett nýggj og strangari krøv til svimjilærarar í fólkaskúlunum
11-12-2024
Ílegumunur millum føroyingar og íslendingar, mannarættindi, neytøkutilbúgving og dómaraeygleiðari
10-12-2024
Brot úr Føroya søgu, veðrið, Prosjekt Brynja, Bezzerwizzer, Hetta heilaga evangeliið skrivar
05-12-2024
Katrin á Borg, veðrið, Black Friday, Basel, Ovasavnið, Barnabati, kórið úr Kollafirði
29-11-2024
Veðrið, Fríðrikskirkjan 30 ár, samstarv við Russland, lívið sum nonbiner, familjuvinaligur desember
27-11-2024
Veðrið, harur, altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, føroyskt listaverk til kong
25-11-2024