- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tær bygdu land.
Soleiðis eitur nýggja bókin, sum Óli Jacobsen hevur skrivað.
Bókin er eitt savn av søgum hjá 20 kvinnum, føddar frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni.
- Tað hevur verið ógvuliga lítið tilfar um lagnur hjá kvinnum, sum stríddust heima við hús, meðan menninir í flestu førum vóru til sjós. Aloftast verða bøkur skrivaðar um fólk, ið onkursvegna eru kend, men henda bókin lýsir lívið og gerandisdagin hjá 20 heilt vanligum kvinnum allastaðni í Føroyum, sigur Óli Jacobsen.
Í bókini fortelja kvinnurnar millum annað um, hvussu kollveltandi tað var, tá vaksimaskinan kom til Føroya, tá streymur og vatn blivu løgd inn í húsini, og tá telefonin kom í hvørt hús.
Óli Jacobsen vitjaði í morgunsendingini og greiddi frá kvinnulagnunum.