- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Ein góð og positiv nýggjársrøða
02-01-2018
Árni Gregersen, journalistur og politiskur eygleiðari, var í morgunsendingini og umrøddi nýggjársrøðuna hjá løgmanni.
Nýggjársaftan kl. 19.00 helt løgmaður, Aksel V. Johannesen, nýggjársrøðuna. Árni Gregersen heldur, at ein nýggjársrøða skal vera positiv og savnandi, og á tí økinum kláraði løgmaður seg væl, sambært honum. Eitt, sum Árni Gregersen saknaði, var, at løgmaður nevndi størsta politiska málið í langa tíð, fiskivinnunýskipanina.
Orðini um málbrúk og spjøldur, sum vit geva hvør øðrum, vóru góð og relevant, nú so nógv sundurspjaðing hevur verið í landinum seinasta árið, sigur Árni Gregersen.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024