Góðan morgun Føroyar

Verkætlan veitir nýggja vitan um laksalýs
03-01-2018
BS-verkætlanin, sum tveir lesandi á Fróðskaparsetrinum hava gjørt í samstarvi við Fiskaaling vísir, at laksalýsin er djúpari í sjónum enn hildið var

Nigro Bjarki Hermansen og Oddmar við Korkusá vardu BS-verkætlanina 20. desember í 2017.

Teir gjørdu royndir við at taka lýs á ymsum dýpum við eini pumpu, umframt at teir tóku royndir beint undir vatnskorpuni við glúpi, sum er vanligasta mannagongdin.

Royndirnar vísa, at pumpan er eitt væl egnað amboð til kanningar av lúsum djúpri í sjónum.

Harumframt kann tað vera ein fyrimunur at taka royndir við pumpu um summarið, tá nógvur gróður er í sjónum, sum tippir glúpin.

Royndir vórðu gjørdar við vatnskorpuna og niðri á ávikavist 10 og 20 metra dýpi. Hesar vístu, at lýs vóru á øllum dýpum. Tað skrivar Fiskaaling í tíðindaskrivi.

Vanligt hevur verið, at lúsin er at finna í ovastu fáu metrunum í sjónum.

Kanningarnar, sum teir báðir gjørdu í samstarvi við Fiskaaling vístu, at lúsin var væl djúpari í sjónum, enn higartil hildið.

Tað gekst væl við uppgávuni og teir báðir fingu próvtralið 12.

Vegleiðarar vóru Eilif Gaard frá Havstovani, og Øystein Patursson og Gunnvør á Norði frá Fiskaaling. Próvdómari var Kirstin Eliasen frá Fiskaaling.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024