Góðan morgun Føroyar

Orðaskifti: Samkomur og kirkjur mugu tola kritikk
20-02-2018
Fyrsti partur av sendirøðini Gud Signi Føroyar hevur sært fleiri fólk, men kristindómur má tola kritikk, halda prestur og miðlafrøðingur

Tað fekk ilt í fleiri, tá fyrsta sendingin "Gud signi Føroyar"  var send í sjónvarpinum, og sendingin hevur eisini elvt til nógv kjak á sosialu miðlunum. Síggj sendingina her.

Sama var galdandi fyri tveimum árum síðani, tá vit á morgunsendingini gjørdi eitt innslag um leguhúsið Zarepta, har vit millum annað spurdu leiðsluna kritiskar spurningar. Hetta bar við sær, at fleiri fóru út at verja um Zarepta, tí tey kendu hetta sum eitt álop á leguhúsið. Hoyr innslagið um Zarepta her.

Orsøkin er helst, at føroyingar ikki eru vanir við at kristindómurin verður viðgjørdur kritiskt í miðlunum, heldur Georg L. Petersen, miðlafrøðingur. Hetta er eisini svárt hjá fólki, tí trúgvin er ofta nakað, ið er persónlig og liggur nær hjá fólki, sigur Theodor Eli Dam Olsen, prestur. 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024