- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Børn skulu fáa vitan sum hóskar seg til aldurin
23-02-2018
Tóra Petersen, ph.D. í sálarfrøði og Dorthe Pedersen, lærari í heimspeki, skifta orð um annan partin í sendingin Gud Signi Føroyar.
Í gjárkvøldið varð annar partur av sendirøðini Gud Signi Føroyar sendur í sjónvarpinum. Hesaferð snúi tað seg um leguhúsini Nesvík og Zarepta.
Tóra Petersen og Dorthe Pedersen halda ikki, at øll vitan hóskar seg til børn. Børn mugu hava vitan, sum hóskar seg til teirra menningarstig. Tær báðar tosa um fyribrigdið s.s. indoktrinering, frælsi og rættin hjá børnum og hjá foreldrum. Tær skifta eisini orð um, hvørji atlit skulu takast, tá tú tosar við børn og ung, hvar markið gongur, tá ið átrúnaður verður prædikaður fyri børnum, og hvørjar avleiðingar tað kann hava, tá børn fáa frálæru um fortapilsi og helviti.
Annar parturin í røðini sæst her.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024