- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Dorthea Wenningsted kom úr Wenningsted, sum er ein lítíl bygd á markinum millum Danmark og Týskland.
Dorthea Hansdatter, sum hon upprunaliga æt, var fødd í 1758.
Hon kom til Føroya, saman við beiggja sínum, í áleið 1780.
Hon bleiv tænastugenta á løgmansgarðinum á Steigagarði í Sandavági.
Hon átti barn í 1788 uttanfyri hjúnalag.
Dorthea Wenningsted vildi vera við, at løgmaður, Johan Michael Lund, var pápi at barninum.
Løgmaður átók sær ikki leiklutin, og hetta var byrjanin til eina drúgva tilgongd, har løgmaður brúkti sín myndugleika til at steðga málinum.
Sámal Tróndur Finnson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, hevur framløgu um evnið á Sørvágs Bókasavni í kvøld, mánakvøldið.