- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Á heimasíðuni hjá Málráðnum, malrad.fo, er ein listi yvir nýggj orð í føroyskum. Ovast á listanum standa í løtuni sagnorðið, at hassjtagga, og navnorðið, eitt hassjtagg.
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu orðið er sett saman og komið verður eisini inn á eitt annað uppskot, sum ljóðar meiri føroyskt.
Tað er orðið, tvíkrossur.
Kallkyn í eintali, kvennkyn í fleirtali
Orðið, fótur, er ikki eitt sjáldsamt orð í sjálvum sær, men tað má sigast at vera sjáldsamt, at eitt orð er kallkyn í eintali, men kvennkyn í fleirtali.
At vit siga, fóturin, hann er kaldur, men føturnar, tær eru kaldar.
Elin Henriksen greiðir frá, at tað eru hvønnfalsendingarnar, -nar, í kallkyni fleirtali, ið eru um at hvørva, sum spæla ein stóran leiklut í hesi málbroyting.
Stuttsøga um munin á sjálv og einsamøll
Tosað verður eisini um munin á orðunum, síður og langur, og muninum á orðunum, sjálv/ur og einsamøll/mallur.
Fyri at staðfesta munin millum hesi bæði seinni orðini hevur Elin Henriksen skrivað eina søgu. Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur søguna, sum kann hoyrast her.