Góðan morgun Føroyar

Ert tú sjálv einsamøll
31-10-2019
Stuttsøga eftir Elina Henriksen, sum vísir munin millum orðini, sjálv/ur og einsamøll/mallur

Tað er vorðið meira vanligt at siga sjálvur, hóast tað meinast við einsamallur, heldur Elin Henriksen, málkøn.

Í málteiginum í morgunsendingini tekur hon millum annað munin millum hesi bæði orðini upp til viðgerðar. Málteigurin hoyrist her.

Tað ber eisini til at lurta eftir søguni, sum Elin Henriksen hevur skrivað, ella at lesa hana her.

Ert tú sjálv einsamøll?
"Eg eri sjálv inni í kvøld. Kemur tú ikki at vitja meg?", spurdi Billa.
"Jú, tað kann eg gott," svaraði Klæmint. "Hvør annar verður har?"
"Hvør annar?? Eg segði, at eg verði sjálv."
"Ja, sjálvandi verður tú sjálv inni, hvussu skuldi eg annars kunnað vitjað teg? Eg spurdi, hvør annar verður har."
"Eingin, sjálvandi. Um nakar annar var inni, so var eg ikki har sjálv," heldur Billa.
Men nú er Klæmint um at missa tolið.
"Sigur tú, at tú ikki kanst vera inni, um onnur eisini eru har? Hvussu ólukkan skal eg so kunna koma at vitja teg?"

Nei, vitjanin var av ongum. Í staðin fóru Billa og Klæmint í býin, har tey møttu Onnu og Helga. Tey høvdu eitt stuttligt kvøld, og so var tíð at fara til hús. Veðrið var gott, so tað lá væl fyri at fara til gongu. "Men eg tími ikki at ganga sjálv," segði Anna
"Nei, nú havi eg ikki hoyrt so skapt," svaraði Klæmint. "Heldur tú, at nakar tímir at bera teg? Ella skulu vit kanska fara at leita eftir einum barnavogni?"
"Á, títt tvætl," segði Billa. "Skilir tú ikki, at hon vil hava, at Helgi fylgir sær til hús?"
"Jú, jú. Men fyri tí noyðist hon at ganga sjálv!" helt Klæmint.
"Eg gangi ikki sjálv, um Helgi fylgist við mær," mótmælti Anna.
"So er einki at gera," segði Helgi og fór - eitt sindur vónbrotin - einsamallur til gongu niðaneftir.
Eftir stóð Anna og skilti einki.

Billa og Klæmint fóru til gongu úteftir. Á vegnum komu tey fram við einum pylsuvogni, sum framvegis var opin. "Eg eri so svangur," segði Klæmint, "eg haldi, at eg fari at keypa mær eina pylsu. Vilt tú eisini hava?"
"Nei," svaraði Billa, "et tú bara sjálvur."
"Ja, hvat tá? Eg havi etið sjálvur, síðan eg var ársgamal! Eg spurdi ikki, um tú vildi geva mær at eta, eg spurdi, um tú vildi hava nakað!"
"Nei, eg er ikki svong, kanst tú ikki bara eta sjálvur!"
Hesa ferð misti Klæmint tolið. "Nei illanstíð, um eg tími at fylgjast við tær, um tú ivast í, um eg klári at fáa mær at eta sjálvur!" Og so rýmdi Klæmint einsamallur til hús.

Eftir stóð Billa og skilti einki.
Tá kom Anna gangandi yvir til hennara. Lagið var ringt. "Ert tú kedd, tí at tú ert sjálv?" spurdi Billa. Anna nikkaði. "Kom, so kunnu vit bara fylgjast," segði Billa, "so eru vit ikki sjálvar longur!"
Ikki er gott at vita, hvørjar tær so vóru. Men eitt veit eg, at tær vóru báðar einsamallar, tá tær komu hvør til sítt kamar. Líka einsamallar sum Helgi og Klæmint.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024