Góðan morgun Føroyar

At lenda á Mars krevur dugnasemi í øllum liðum
29-11-2018
Mánakvøldið, stutt eftir 9 føroyska tíð, var kanningarfarið, ið var sent av Jørðini hálvt ár frammanundan, næstan komið á mál.

David Arge Klevang Pedersen, adjunktur á DTU-Space, fylgdi væl við, tá rúmdarfarið, Insight, fleyg seinasta teinin móti Mars.

At lenda á einum ávísum stað á Mars kann samanberast við at blaka ein kurvabólt úr Føroyum í eina kurv í New York, sigur hann.

Tað eru nógvir lutir, sum skulu eydnast, fyri at alt skal ganga eftir ætlan.

Insigt er fyrsta tól av sínum slag, ið hevur sett seg á Mars, tí meðan tey undanfarnu kanna yvirflatuna á Mars, kannar Insight tað, sum er undir yvirflatuni.

Tað fer tó at ganga áleið eitt hálvt ár, áðrenn alt er til reiðar og tey spennandi úrslitini vera at frætta, leggur David Arge Klevang Pedersen aftrat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024