- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað, sum hugtekur meg mest við holukaving, er, at eg sleppi at uppliva støð, har eingin fólk ella djór hava verið fyrr, sigur Rannva Tórfríð Jørmundsson.
Tað var filmurin Finding Nemo, ið upprunaliga vakti hennara áhuga fyri kaving.
Á eini fjakkaraferð í Australia í 2008 hugsaði Rannvá, at nú var ikki langt til Great Barrier Reef, sum sæst í filminum.
Tá var eg bæði bangin fyri at svimja og fyri at ein hávur fór at býta meg, sigur Rannvá brosandi.
Síðani er áhugin fyri kaving bara vaksin.
Í dag starvast hon hjá Fourth Element í Onglandi, sum framleiðir kavararútgerð.
Umframt at kava í Meksiko, skulu Rannvá og tvær aðrar gentur gera ein film um kaving.
Tað er so, at bara fjórði hvør, ið fæst við tekniska kaving, er ein kvinna.
Filmurin skal vísa, at kvinnur eins væl og menn kunnu kava í holum.