- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Týr er í løtuni á konsertferð í Europa saman við bólkunum Heidevolk og Dalriada.
22 konsertir vóru á skránni, men á trimum konsertum er Týr kortini ikki á pallinum. Orsøkin er, at spælistøðini, eftir trýst frá Sea Shepherd aktivistum, hava noktað Týr at spæla.
Seinast var í Hannover fríggjakvøldið. Har fór bólkurin kortini á pallin og spældi í hálvan annan minutt, áðrenn teir vístu troyggjur við tekstinum, Týr censored.
Okkara fjepparar eru vónbrotnir, og teir flestu vilja hava pengarnar fyri atgonumerki aftur, sigur Heri Joensen, sangari og gittaristur.
Hetta er ein fíggjarligur smeitur fyri okkum, men tað er trupult at siga í løtuni, hvørja ávirkan tað fer at hava.
Kann eisini hugsast, at eitt slíkt átak gevur postivia umrøðu í longdini, leggur Heri Joensen aftrat.