- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Børn yngri enn fimm ár kunnu sita í hægst ein tíma um dagin framman fyri einum skíggja. Og børn yngri enn eitt ár skulu als ikki brúka eitt nú teldu, teldlar, telefon ella sjónvarp.
Tað stendur millum annað í nýggja tilmælinum frá heimsheilsustovninum WHO, tá tað snýr seg um skíggjatíð og børn.
Men hví er tað so umráðandi at smábørn ikki brúka serliga nógva tíð framman fyri einum skíggja?
- Børnini mennast ikki nógv væl, tá tey sita passiv og hyggja í ein skerm, sigur Gitte Klein, sum hevur lisið positiva sálarfrøði, og sum í løtuni skrivar spesialið um júst børn og skíggjar.
- Tey fáa ein heila, sum venur seg við, at alt skal ganga skjótt fyri seg, sigur Gitte Klein og heldur fram:
- Børn læra við at vera virkin. Tey læra ikki við at sita passiv, sigur Gitte Klein.
Í morgunsendingini greiddi hon frá, týdninginum av, at børn ikki brúka tíð saman við einum skermi.