Góðan morgun Føroyar

Tóki er seyðahundavenjari í Wales
20-05-2019
- Tað snýr seg um at blíva vinur við hundin, sigur 25 ára gamli Tóki Berg Mikkelsen, seyðahundavenjari

Seinasta hálva árið hevur 25 ára gamli Tóki Berg Mikkelsen úr Havn havt eitt heldur øðrvísi starv.

Hann er seyðahundavenjari í Wales og venur hundar, sum eitt nú luttaka í stórum, altjóða seyðahundakappingum. Onkrir av hundunum, hann venur, verða eisini seldir til Føroya.

- Mín avbjóðing sum seyðahundavenjari er at blíva vinurin hjá hundinum so skjótt sum til ber, tí hundurin arbeiðir betur og vil arbeiða fyri teg, um hann følir, at tit eru vinir, greiðir Tóki Berg Mikkelsen frá.

Tóki Berg Mikkelsen venur hundar hvønn dag frá klokkan átta á morgni til umleið klokkan 16 seinnapart. Vanliga klárar hann at venja upp í tríggjar hundar um tíman.

Sambært honum er tað serliga eitt, ið eyðkennir ein góðan seyðahund - hundurin skal hava eyga:

- Border Collie er eitt gott seyðahundaslag, tí teir hava ein ávísan stíl, tá teir reka seyð. Mann plagar at siga, at teir hava tað, mann rópar eyga. Teir stara seyðin niður og klára soleiðis at trýsta og flyta hann, sigur Tóki Berg Mikkelsen.

Í morgunsendingini greiddi hann eitt nú frá arbeiðinum sum seyðahundavenjari, og hvussu føroyskir seyðahundar eru fyri.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024