- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hjúnini Eyðbjørg og Albert Abrahamsen hava í 12 ár stuðlað eini gentu í Senegal, og herfyri hendi tað serstaka, at Albert fekk høvið at hitta gentuna, sum nú er 15 ára gomul.
Eyðbjørg og Albert Abrahamsen siga, at tey ofta hava hugsað um gentuna og hennara umstøður.
Albert minnist, at hann alt fyri eitt kendi gentuna aftur, tá tey hittust á skúlanum. Tey hava javnan fingið myndir sendandi úr Senegal.
Hon kendi kortini ikki hann, og gentan var ógvuliga smæðin í fyrstuni.
Tey vóru saman einar fimm tímar henda dagin, og sum tíðin gekk, hvarv smædni.
Føroyski skiparin hitti eisini familjuna hjá gentuni, og tey vóru ógvuliga rørd, sigur hann.
Fái eg møguleikan, so vil eg fegin hitti tey aftur, leggur Albert Abrahamsen aftrat.