Góðan morgun Føroyar

Familjan hjá Unnur tók Carsten til sín
25-09-2019
Í 1943 tók familjan í Dali í Vanløse ein lítlan, jødiskan drong til sín, tí foreldrini flýddu til Svøríkis. Í summar hittust børnini aftur

Undir seinna heimskríggi búði føroyska familan í Dali í Vanløse. Tey vóru væl við jødisku Stohn hjúnini, sum áttu húsini, har familjan í Dali leigaði sína íbúð.

Men í 1943 herdist jagstranin eftir jødum í Danmark, og Stohn hjúnini noyddust at flýggja frá degi til dags.

Føroyska familjan tók yngra sonin hjá teimum, Carsten Stohn, til sín. Hann var bara sjey mánaðir.

Trillaði fram við týskum hermanni

Dóttirin í føroyska húskinum, Unnur í Dali, var fýra ár um hetta mundið, og hon minnist væl, at hon plagdi at trilla lítla, jødiska dreingin framvið einum týskum hermanni, ið stóð beint uttan fyri teirra dyr.

Carsten Stohn fekk nýtt navnabræv og navnið Richard í Dali, og hann var hjá føroyskum familjuni í einar tríggjar mánaðir. Tá slapp hann til Svøríkis at vera saman við familju síni aftur.

Mong ár eru liðin uttan nakað samband millum tey bæði Unnur og Carsten, men í summar hittust tey aftur.

Kannar, hvussu føroyingar hjálptu

Søgan um familjuna í Dali er bert ein av fleiri, sum eru komnar undan kavi, eftir at Maigun Solmunde fyri einum ári síðani fór undir at kanna leiklutrin hjá føroyingum at bjarga jødum undir krígnum.

Hetta kanningararbeiðið er framvegis ígongd, og fleiri hugtakandi søgur eru komnar undan kavi um føroyingar, sum settu lívið í vága fyri at hjálpa jødum í Danmark at flýggja til Svøríkis.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024