Góðan morgun Føroyar

Fleiri og fleiri fáa skrubb
11-10-2019
Talið av tilburðum av sjúkuni, skrubb, er vaksið nógv seinastu tvey árini, og fleiri orsøkir eru til, at tað er trupult at fáa bilbukt við smittuni

Í meira enn eitt ár hevur skrubb gingið í Føroyum, og nú er talið av tilburðum nógv hægri enn undanfarin ár. 

- Talið á fólki, sum verða ávíst til húðambulatoriið á Landssjúkrahúsinum er so høgt sum ongantíð áður, sigur Edith Vang, sjúkrarøktarfrøðingur á Húðambulatorinum á Landssjúkrahúsinum. 

Beinta Joensen, farmaceutur á Tjaldurs Apoteki, sigur, at tey fáa fyrispurningar um skrubb so gott sum hvønn dag. 

Økt mótstøðuføri
Eisini bendir nógv á, at økt mótstøðuførið fyri vanligu viðgerðini, sum eitur Nix, er ein av orsøkunum til, at tað gongur striltið við at fáa bilbukt við smittuvandanum.

Tí tað hevur víst seg, at í fleiri førum hevur vanliga viðgerðin ikki riggað nóg væl, og tí verða fleiri og fleiri send til húðlæknan fyri skrubb. 

- Tá húðlæknin var í Føroyum í mars mánaði, taldi eg 32, sum vórðu send heim í viðgerð fyri skrubb, og tað er púra óvanligt, sigur Edith Vang, sjúkrarøktarfrøðingur. 

Av tí sama er ein gomul viðgerð er tikin í nýtslu aftur.

- Talan er um svávul-vaseline, sum Tjaldurs Apotekið hevur sett í framleiðslu aftur eftir umbøn frá Húðdeildini á Landssjúkrahúsinum, sigur Beinta Joensen, farmaceutur. 

Fyribyrging
Sjúkueyðkennini eru skriði og útslett, og hevur tú hesi, eigur tú at fara til kommunulæknan til kanningar alt fyri eitt.

Verður staðfest, at tú hevur skrubb, skulu bæði tú og alt húskið smyrja tykkum inn í Nix-krem, sum er vanligasta viðgerðin.

Harafturat mæla myndugleikarnir til, at tú vaskar øll tíni klæði á minst 60 stigum, og at sengur, madrassur, sofur, dýnur og koddar verða dustsogin, eftir at tú hevur verið í viðgerð.

Um tú hevur klæði, sum ikki kunnu vaskast so heitt, skulu tey koyrast í ein lufttættan posa og setast til viks í minst fýra samdøgur.

Skriði og útslett
Skrubb er ein motta, sum setur búgv í húðini og grevur sær lítlar veitir at búleikast í.

Og eyðkennini eru skriði og útslett. Skriði, sum ofta er ringastur á kvøldi og um náttina. 

Skriðin kemst serliga av skarninum frá mottuni, og um hon leggur egg.

Tað kunnu ganga upp í tríggjar vikur, áðrenn tú merkir nakað til smittuna, og tá kanst tú longu hava smittað onnur.

Tí ræður um, at tú alt fyri eitt sigur tínum nærmastu, um tað verður staðfest, at tú hevur skrubb, so øll kunnu fara í viðgerð.

Her kanst tú lesa, hvat danska Heilsustýrið sigur um skrubb.

Gigni hevur eisini eina vegleiðing um skrubb.

Og her kanst tú lesa meira um skrubb.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024