Fram móti eini náttúruvernd
22-10-2015
Náttúrufriðingarlógin frá 1970 er ótíðarhóskandi. Átrokandi er at fáa lóg um náttúruvernd og veruliga náttúrufyrisiting, heldur Grøna borðið
Bara ein lítil partur av føroysku náttúruni er órørdur. Náttúran hevur tað ikki gott og hon verður ikki nóg væl umsitin.
Myndugleiki vantar og alt ov nógv vísa ikki rættan hugburð. Upplýsing, kunning og skelting kann bøta um støðuna saman við eini lóg og fyrisiting.