Journalistar hjá NRK hildnir aftur á Krim

Journalistar hjá NRK hildnir aftur á Krim
Vápnaðir menn á markinum millum Krim-hálvoynna og Ukraina handtóku seinnapartin í dag tríggjar journalistar hjá NRK.
Tríggir journalistar hjá NRK vórðu í dag hildnir aftur á markinum millum Krim-hálvoynna og Ukraina.
 
11.03.2014 - 16:29

Teir tríggir eru kortini latnir leysir aftur.

Journalistarnir upplýsa fyri NRK, at vápnaðu menninir vóru í svørtum gekkaskortum, og journalistarnir kendu seg hóttar.

Einir 20 til 30 menn steðgaðu journalistunum, men einir 200 vápnaðir menn vóru í økinum, har teir tríggir vórðu handtiknir.

Alvápnaðu menninir tóku teldur, videobond og verjuútgerð frá øllum trimum. Boðini vóru púra greið um, at journalistarnir fingu onki aftur.

Hendingin fór fram, tá teir skuldu av Krim-hálvoynni í bili seinnapartin í dag.

Myndugleikarnir hava stongt fyri allari loftferðslu, sum ikki er beinleiðis millum Krim-hálvoynna og Moskva. Tí valdu teir tríggir journalistarnir at fara av Krim-hálvoynni í bili.

Kelda: NRK

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691