Ukraina: Verjumálaráðharrin frákoyrdur

Ukraina: Verjumálaráðharrin frákoyrdur
Lóggávutingið í Ukraina hevur í dag koyrt virkandi verjumálaráðharran, Igor Tenjukh, frá fyri handfaringina av kreppuni á Krim
Næstseinasta sunnudag atkvøddi meirlutin av fólkinum á Krim fyri at lima seg inn í Russland. Í dag varð ukrainski bverjumálaráðharrin koyrdur frá fyri handfaringina av kreppuni á Krim
 
25.03.2014 - 15:26

Verjumálaráðharrin í Ukraina er koyrdur frá, nú Krim er innlimað í Russland. Hetta skriva Ritzau og Reuters.

Tað er lóggávutingið í Ukraina, sum í dag hevur koyrt virkandi verjumálaráðharran, Igor Tenjukh, frá fyri handfaringina av kreppuni á Krim.

228 tinglimir av 450 atkvøddu fyri at koyra verjumálaráðharran frá. Síðani samtykti tingið at seta general Mykhailo Koval í starvið sum nýggjur virkandi verjumálaráðharri.

Ukraina boðaði í gjár frá, at landið tekur alt sítt hervald av Krim-hálvoynni, og í einari yvirlýsing stendur, at ætlanir eru gjørdar fyri, hvat gerast skal við fólk á Krim, sum verða trýst frá húsi og heimi av russiska valdinum.

Tað er nú skjótt ein mánaði síðan, at russiski forsetin, Vladimir Putin, fekk heimild frá russiska tjóðartinginum at brúka vald í Ukraina, skriva Ritzau og Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010