Seldi lánsbrøv fyri 1,1 milliard til skuld og hall

Seldi lánsbrøv fyri 1,1 milliard til skuld og hall
Í gjár seldi Føroya Landsstýri fyri 1,1 milliard krónur í nýggjum lánsbrøvum at fíggja hall og skuld við. Rentan er 1,779 prosent
Landskassanum tørvar pening til at fíggja hall og skuld - í gjár vórðu 1,1 milliard krónur fingnar til vega við lánsbrævasølu. Rentan er 1,779 prosent
 
26.03.2014 - 15:41

Føroya Landsstýri hevur selt fyri 1,1 milliard krónur í nýggjum lánsbrøvum. Sølan gekk skjótt og væl. Longu eftir trý korter vóru øll lánsbrøvini seld, sigur Føroya Gjaldstova.

Tað er Fígging landsins, sum er partur av gamla Landsbanka Føroya, og Nordea Bank, sum hava staðið fyri søluni. Lánsbrøvini vórðu seld umvegis Bank Nordik, Eik Banka og Norðoya Sparikassa. 

Nýggja lánið skal rindast aftur 20. juni 2019 og er eitt standandi lán við fastari rentu. Effektiva rentan er 1,779 prosent.

Meginparturin av peninginum skal nýtast til at rinda skuld aftur, ið fellur til gjaldingar 7. apríl 2014 og 11. juni 2015 og til at fíggja gjaldførishall í  2013 og 2014.

Nýggja lánsbrævarøðin verður listað 1. apríl 2014 á keypsskálunum í Íslandi og Keypmannahavn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585