Bíða enn eftir skrivligari váttan úr Russlandi

Bíða enn eftir skrivligari váttan úr Russlandi
Uttanríkistænastan hevur fingið munnliga váttan fyri, at innflutningsbannið ikki rakar Føroyar
Gunnar Holm Jacobsen er deildarstjóri á Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni
 
14.08.2014 - 14:38

Bíðað veður framvegis eftir skrivligu váttanini úr Russland, sum skal staðfesta, at Føroyar ikki er fevndar av innflutningsbanninum, sum Russland hevur sett Noregi, ES, USA, Kanada og Avstralia.

Tað sigur Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni í Tinganesi. 

Uttanríkistænastan fekk fyrr vikuni munnliga váttan um frá russiskum myndugleikum og russisku sendistovuni í Keypmannahavn, at bannið fevnir ikki um Føroyar. 

Stóran týdning

Arbeitt verður framvegis við at fáa hesa váttan skrivliga. 

Tað er av stórum týdningi fyri føroysku útflutningsvinnuna at fáa váttanina skrivliga, tí signalini frá kundum úr Russlandi hava verið ymisk og ógreið.

Føroyar eru partur av danska ríkinum, og tá Danmark er limur í ES, sum Russland bannar innflutningi av vørum, hevur verið stúrt fyri, at bannið eisini skuldi fevna um Føroyar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652