Stovnar og aðalráð halda ikki reglur um KT-trygd

Stovnar og aðalráð halda ikki reglur um KT-trygd
Avleiðingin kann verða, at KT-raksturin ikki verður stuðlaður nóg væl, og vandi er fyri at missa dátur, sigur Vinnumálaráðið
 
19.11.2014 - 07:50

Sjey ár eftir, at Vinnumálaráðið bað almennar stovnar og aðalráðini tryggja síni KT-viðurskifti, staðfestir Landsgrannskoðanin, at rundskrivið hjá Vinnumálaráðnum “um at seta í verk KT trygd” verður ikki hildið.

Rundskrivið er dagfest 1.juli í 2007. 

Landsgrannskoðanin hevur kannað KT trygdina hjá 14 almennum stovnum og trimum aðalráðum. 

Niðurstøðan er, at rundskrivið frá Vinnumálaráðnum verður ikki hildið.

Vandi fyri at missa dátur

Avleiðingin av tí kann verða, at KT-raksturin ikki verður stuðlaður nóg væl, og vandi er fyri at missa dátur. 

Kanningin vísir, at stovnarnir í ein ávísan mun hava gjørt, ella eru í ferð við at gera, váðametingar, men bara fáir hava gjørt virkisætlanir um at minka staðfestu vandarnar. 

Landsgrannskoðanin staðfesti eisini, at á nógvum økjum, so sum at stýra atgongdum, broyta skipanir og skjalfesting, er gjørligt at hækka trygdarstigið nógv, uttan tað krevur stórvegis arbeiðsorku. 

Seinni í ár fáa løgtingsgrannskoðararnir eitt upprit frá Landsgrannskoðanini um KT trygdina hjá tí almenna. Uppritið verður eisini almannakunngjørt tá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585