Sands Kommuna ikki tikið støðu til Sea Shepherd

Sands Kommuna ikki tikið støðu til Sea Shepherd
Bygdarráðið á Sandi tók onga avgerð í síðstu viku um, hvussu kommunan skal bera seg at, tá fólk hjá Sea Shepherd skjótt koma aftur til Føroya.
 
02.06.2015 - 12:15

Málið varð tikið av aftur skránni fyri bygdarráðsfundin hósdagin í síðstu viku.

Brandur Sandoy, borgarstjóri, sigur, at biðað verður við avgerðini til Kommunufelagið og Kommunala eftirlitið hava sagt, hvat tey halda um tær kommunur, sum nokta Sea Shepherd at brúka kommunalar tænastur.

Løgfrøðiligt upprit

Kommunufelagið viðgjørdi spurningin á stýrisfundi fríggjadagin. Eitt løgfrøðiligt upprit varð gjørt til fundin. 

Men Kommunala eftirlitið hevur ikki enn boðað frá sínari støðu.

Brandur Sandoy sigur, at á bygdarráðsfundinum hósdagin kom minnilutin við uppskoti um at nokta Sea Shepherd at brúka havnina á Sandi. Men tað vann ikki frama.

    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652