Nú er revsingin strikað

Nú er revsingin strikað
Tingið hevur einmælt samtykt at strika revsingina fyri ikki at boða frá grind
 
21.04.2016 - 13:58

Tingið hevur einmælt samtykt at strika revsingina fyri ikki at rópa grindaboð.

Ein samd vinnunevnd tók undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at strika revsingina fyri ikki at boða frá grind.  

Men fráboðanarskyldan stendur við.

Við aðru viðgerð varð uppskotið samtykt við 29 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Málið skal hava eina viðgerð aftrat.

Hóast ferðavinnan hevur funnist at fráboðanarskylduni, -  at øll hava skyldu at boða frá grind, so heldur Fiskimálaráðið, at neyðugt er at halda fast um fráboðanarskylduna.

Frá 1986 til í fjør, tá nýggja grindalógin kom, var ikki revsivert at bróta fráboðanarskylduna - ikki at siga frá, tá fólk síggja grind.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851